Fyrr í vikuni skrivaðu vit um samstarv við Miðnám á Kambsdali, har næmingar á serbreytini fáa møguleika at venja í skúlatíðini.
Nú eru fyrstu næmingarnir klárir at byrja uppá venjingarnar.
Eisini var onkur ið vísti tiltakinum áhuga á kunningarfundinum í gjár, so væntandi legst til eftir vetrarfrítíðina hjá skúlanum.
Spennandi verður at fylgja við hesum ungu, og kanska onkur teirra fer at royna seg í kapping um ikki so langa tíð.
Tað verður Heðin L. Olsen ið fer at taka sær av venjingunum.