Farna vikuskifti luttóku tvey lið í innbodnari Special Olympics kapping í Egilshøll í Reykjavík.
Liðini vóru mannaði av leikarum úr kvøldskúlunum á Nesi og í Havn.
Kappast var í 5-a-side á kvartum vølli, og vóru luttakandi lið úr Isle of Man, Íslandi og Føroyum.

Vit høvdu eitt lið í sterkum bólki, og eitt í veikari bólki, og spældu bæði liðini væl uppímóti hinum liðunum hóast tað ikki rakk til nakað heiðursmerki.

Hinvegin vunnu vit Fair play kappingina fyri fyrimyndarliga atferð á vøllinum, og eru vit errin av hesum.

Liðini fóru úr Føroyum fríggjadagin, og koma aftur í dag mánadag.
Myndirnar tók Finn Larsen