Nú er NM í parasvimjing 2017 av, og er greitt at føroysku luttakararnir stóðu seg væl í kappingini.

Ábraham Norðgerð var, við sínum 15 árum, yngsti luttakarin í allari kappingini, men megnaði hann at vinna eiit bronsuheiðursmerki í 50m frí.

Besta úrslitið hjá Eyð Patursson var eitt 8. pláss í 50m ryggsvimjing.

Krista Mørkøre vann 3 silvurrheiðursmerki, og 2 bronsuheiðursmerki.
Eisini tók hon egið met í 100m. frí og 50m firvald, so ikki kann sigast annað enn at hetta hevur verið eitt flott “comeback” av Kristu.

Í kappingum har tað ikki eru so nógvir luttakarar úr hvørjum bólki, verður ein serlig stigatalsskipan brúkt fyri at finna bestu svimjararnar í mun til sítt brek, og ger hetta at hóast ein svimjari svimur fyrst á mál ,og kanska best í sínum bólki, so kann ein svimjari úr lægri bólki fáa fleiri stig. Hendan stigatalsskipan var brúkt í Íslandi.

Úrslititni síggjast annars á https://www.swimrankings.net/services/CalendarFile/19758/live/index.html