Í gjár, 17.06, fóru 3 føroyskir badminton leikarar til Dublin at luttaka í FZ Forza Irish Para Badminton Open 2019

Tað eru Eydna Mouritsen, Eva Jacobsen og Hans Martin Gaard ið skulu luttaka í kappingini.
Hetta er fyrstuferð at Hans og Eva luttaka í slíkari kapping, tey luttaka í bólki fyri standandi, meðan Eydna, ið luttekur í bólki fyri koyristólsbrúkarar, hevur roynt seg áður í kappingum í Spania og Danmark.

Kappingin er ein liður í arbeiðinum at menna para-badminton í Føroyum.

Kappingarúrslit og meir kunning finst á https://www.badmintonireland.com/page/34950/FZ-Forza-Irish-Para-Badminton-Open-2018