Á móttøku í gjár, nú Parasport Føroyar hátíðarhelt 40 ára stovningardagin, varð ein av stovnarunum, Egga Jensen, heiðraður við størsta heiðurin, ið finst í føroyskum ítrótti.

– Eg hugsaði við mær sjálvum, hvat nú var á vási, tí brádliga fór Elin Heðinsdóttir Mortensen at tosa um meg, heldur enn at tosa um Parasport Føroyar, sum var orsøkin til, at vit vóru samankomin. So tað kom púra óvart á meg, at 40 ára hátíðarhaldið brádliga eisini skuldi gerast ein heiðursløta fyri mær. Men takksamur eri eg so avgjørt fyri heiðurin!

Orðini eigur 76 ára gamli Egga Jensen, sum í dag kundi fegnast um at verða heiðraður við heiðurskrossinum hjá ÍSF, sum er hægsta viðurkenning og hægsti heiður, tað ber til at fáa í føroyskum ítrótti. Tað var ÍSF-forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen, ið handaði Egga krossin, og er hann tann sætti í røðini, ið fær henda heiður.

– Tann stutta lýsingin av tær er, at tú ert ein ítróttarlig eldsál, sum eisini sjálvur framvegis íðkar ítrótt, segði ÍSF-forsetin millum annað í røðu síni fyri Egga Jensen, sum í 1980 saman við Eydis Eidesgaard og Jón á Steig setti á stovn tað, sum tá kallaðist Ítróttasambandið fyri brekað, stytt ÍSB, men nú eitur Parasport Føroyar.

Tann drúgvasti

– Góði Egga, tú hevur øll árini verið ein ímynd av parasportinum. Tú hevur gingið á odda fyri at geva ítróttargreinum innan parasportin góð kor í Føroyum, og tú hevur gjørt parasportin í Føroyum kendan um allan heim, segði Elin Heðinsdóttir Joensen millum annað á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn, har hátíðarhaldið var.

Egga Jensen hevur øll 40 árini verið formaður í nevndini í Parasport Føroyar, og tí er hann eisini tann, ið longst av øllum hevur verið formaður í einum sersambandi undir ÍSF. Hartil hevur hann verið ein sera virkin formaður, samstunds sum hann hevur verið virkin í øllum lutum – bæði, tá ið talan er um venjingar og kappingar burturi og heima.

Umframt nógva virksemi í sambandi við parasportin, hevur Egga verið undangongumaður, tá ið talan er um fólkaheilsu í breiðastu merking. Sum lærari á ítróttarbreytini og lektari á Læraraskúlanum hevur hann staðið fyri menning av ítróttinum her á landi. Og so skipaði hann í mong ár saman við Elnu Skylv Hansen fyri morgunfimleiki í útvarpinum.