Úrslit og myndir frá FM í Boccia

Leygardagin 13. apríl var FM í boccia í skúlanum við Løgmannabreyt. Í alt 18 tilmeldingar vóru til kappingina, og kappast var í trimum bólkum.Bólkur 1 (menn og kvinnur við rørslutarni)Special Olympics bólkur 1 (menn við menningartarni)Special Olympics bólkur 2 (kvinnur við menningartarni) Úrslitini lagaðu seg soleiðis: Bólkur 1, menn og kvinnur við rørslutarni.Nr. 1. Dánial…

Úrslit FM í Svimjing hjá Parasport

Mikudagin 10. apríl var FM í Svimjing hjá Parasport í svimjihøllini í Gundadali.Bert sonevndir Special Olympics Svimjarar luttóku í kappingini hesuferð. Stuttligt var at síggja at fleiri betraðu tíðir sínar. Úrslitini og myndir síggjast niðanfyri. Trýst á myndirnar so verða tær størri.

Atkomuviðurskifti á breddan

Sum liður í at tryggja, at øll hava eins góð atkomuviðurskifti til fótbóltsvallirnar kring landið, skipar FSF fyri skeiði og fyrilestri leygardagin 13. apríl, klokkan 09:00 Í januar mánað skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar undir samstarvsavtalu, ið millum annað hevur til endamáls at breiða út parafótbólt kring landið. Ein natúrligur partur av hesum er…

uml. 100 fólk heiðraðu Special Olympics liðnum

Fríggjadagin 29. Apríl var móttøka fyri Special Olympics liðnum í ÍSF húsinum.Umleið 100 fólk vóru savnaði til móttøkuna, og vóru røður hildnar av Elin H. Joensen, ÍSF forseta, Høgna Hoydal, landsstýrismanni við mentamálum og Tróndi Ravnsfjall fyri Parasport.Kringvarp Føroya gjørdi eitt innslag fá móttøkuni ið kann síggjast herLuttakararnir fingu eisini handað blómur, og treyt ikki við…

Áki Joensen í bocciakapping í Zagreb

ÁKi Joensen hevur seinastu dagarnar luttikið í stórari bocciakapping í Zagreb. Tað gekk sera væl fyrsta dagin, tá Áki vann 8-3 á Ilker Icoz úr Týsklandi og 7-1 á Szoke Adam úr Ungarn.Næsta dagin spældi Áki ein sera javnan dyst ímóti svianum Christoffer Hagdahl , og tapti hann 4-5.Hetta gjørdi tíverri at Áki ikki kom…

Innbjóðing til móttøku

Nú føroysku ítróttafólkini eru komin heim í øllum góðum frá Special Olympics World Games í Abu Dhabi, skipar Parasport Føroyar fyri almennari móttøku í ÍSF-húsinum fríggjadagin 29. mars kl 16.00 okkara røsku ítróttafólk hava, sum kunnugt, bæði sett persónlig met og vunnið fleiri heiðursmerkir á leikunum. við ítróttakvøðu Parasport Føroyar

Øll hava atgongd

Hesa vikuna skipar altjóða felagsskapurin CAFE (Centre for access to football in Europe) for einari Week of Action, ið hevur til endamáls at varpa ljós á umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek. Hendan vikan hevur fingið heitið #TotalAccess. Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar skrivaði í januar undir eina samstarvsavtalu, ið millum annað hevur til endamáls…

Reyni Service stuðlar Parasport Føroyar

Parasport Føroyar og Reyni Service hava undirskrivað fýra ára langa stuðulsavtalu ið skal vera við til at tryggja menningina av RaceRunning sum ítróttargrein í Føroyum. RaceRunning er slóðbrótandi ítrótt fyri fólk við skerdari javnvág. Ein RaceRunner er ein serframleidd 3 hjóla rennisúkkla uttan pedalir, har javnvágin ikki er ein trupulleiki. Tí er RaceRunning ein upplagdur…

Hávard Vatnhamar í uppskoti til ársins ítróttarnavn.

Í dag, fríggjadagin 1. februar klokkan 16.00 verður ”Ársins ÍtróttaNAVN 2018” avdúkað á samkomu, sum Ítróttasamband Føroyar skipar fyri í Smæruni í Havn. ÍSF hevur nú kunngjørt hvørji eru í uppskotið til heiðurin. Tey eru Hávard Vatnhamar, paratriatlon; Signhild Joensen, svimjing; Torkil Veyhe, súkkling og Vípan (Støkk), estetiskiur fimleikur. ÍSF sigur um treytirnar, at ”Ársins ÍtróttaNavn”…