Nú annar kappingardagur er komin at enda í Global Games í Brisbane er greitt at Signa Vár aftur í dag hevur staðið seg sera væl kappingini um heiðursmerkini.
Higartil hevur Signa Vár vunnið tvey gull og tvey silvurheiðursmerki og verið nummar tvey í 200m blandaðari svimjing (non medal event), og hevur hon svomið persónligar bestu tíðir í øllum greinum hon hevur luttikið í higartil.

Sunnudagin 13. oktobur svam Signa Vár
50 m frí tilm. 34:42 úrslit 32:95 – Silvur
200 m blandað tilm. 3:10.62 úrslit 3:05.45 – non medal event
100 m rygg tilm. 1:28.05 úrslit 1:25.29 – Gull

Mánadagin 14. oktobur:
100 m bringa tilm. 1:47.11 úrslit 1:38.17 – Silvur
50 m rygg tilm. 40.77 úrslit 39.46 – Gull

Skráin fyri restina av leikunum sær soleiðis út:
Týsdagin 15 oktobur: 200m frí og 50m firvald
Mikudagin 16. oktobur: 100m frí
Hósdagin 17. oktobur: 50m bringa

Kappingarnar verða stroymdar á heimasíðuni

Eisini ber til at síggja farnar kappingar og heiðursmerkjahandanir á youtube kanalini hjá Global Games

Ferðalagið byrjar heimferð sína leygardagin 19. oktobur og verða í Føroyum mánadagin 21. oktobur.