Parasport gjørt avtalu við Racerunning venjara

Nú skipa vit fyri regluligum RaceRunning venjingum. Parasport hevur gjørt avtalu við íðkaran og venjaran í frælsum ítrótti, Gunnar Sivertsen, ið kemur at taka sær av regluligum Racerunning savningum. Fyrsta venjingin var í ítróttarhøllini í Runavík, fríggjadagin 12. januar, og fleiri venjingar verða kunngjørdar í næstum. RaceRunning er ítróttur fyri fólk við avmarkaðum flytføri og…

Úrslit frá jólasvimjikappingini hjá Parasport

Aftur í ár var ein frálík jólasvimjikapping í svimjihøllini í Gundadali 25 svimjarar høvdu meldað til, og var tað hugaligt at síggja onkrar nýggjar svimjarar eisini. Serliga hugaligt var at skjótasti svimjarin, Signa Vár Dávadóttir tók tvey persónlig met í kappingini. Úrslitini  háttaðu seg soleiðis: Kapping nr Geil Svimjigrein svimjari Tilmeldingartíð Tíð Úrslit 1 100…

Føroysku svimjararnir stóðu seg væl í Íslandi

Nú er NM í parasvimjing 2017 av, og er greitt at føroysku luttakararnir stóðu seg væl í kappingini. Ábraham Norðgerð var, við sínum 15 árum, yngsti luttakarin í allari kappingini, men megnaði hann at vinna eiit bronsuheiðursmerki í 50m frí. Besta úrslitið hjá Eyð Patursson var eitt 8. pláss í 50m ryggsvimjing. Krista Mørkøre vann…

Tríggir føringar luttaka í NM í parasvimjing í Íslandi

Hetta vikuskifti er norðurlendsk meistarakapping í parasvimjing á í Íslandi. Parasport Føroyar hevur sent tríggjar svimjarar at luttaka hesuferð, í trimum ymiskum bólkum. Tey eru Krista Mørkøre, ið svimur í sterkastu bólkunum fyri fólk við rørslutarni, Abraham Norðgerð ið svimur í bólki fyri menningartarni, og Eyð Patursson ið svimur í bólki fyri fólk við Down…

Jannie Hammershøi endurvald forkvinna í IBSA

Sumbiarkvinnan Jannie Hammershøi, ið er limur í nevndini hjá Parasport Danmark, var leygardagin endurvald forkvinna í altjóða felagsskapinnum fyri blindaítrótt,  IBSA. Jannie, ið hevur verið forkvinna síðani 2013, vann kampvalið í Rumenia í fyrstu rundu, við 26 atkvøðum av 48. Harvið verður Jannie sitandi sum forkvinna næstu fýra árini. “Eg eri sera fegin um afturvalið.…

Áki Joensen luttekur í EM í Boccia

Komandi vikuna luttekur Áki Joensen í EM kapping í boccia sum verður í Portugal. Áki býr og venur í Danmark, og hevur sett sær mál at sleppa við til Paralympisku leikirnar í 2020. Fyri at vinna sær rætt til luttøku í PL er neyðugt at savna sær stig, og er kappingin í Portugal liður í…