30 ár síðan brøgdini í Seoul

í dag 15. Oktober eru júst 30 ár síðani fyrstu Paralympisku leikirnir byrjaðu í Seoul í Suðurkorea. Hetta var ikki fyrstu ferð at skipað var fyri leikum fyri fólk ið bera brek, men fyrstu ferð at leikirnir bóru navnið Paralympics, og samstundis fyrstu ferð í 24 ár at leikirnir vóru í sama býi sum Olympisku…

Nýggjur filmur frá Parasport Føroyar

Parasport Føroyar hava framleitt ein film, sum vísir sersambandið úr einum nýggjum sjónarhorni. Fyrr æt sersambandið ÍSB. Navnabroytingin og nýggji filmurin umboðar eina nútímansgerð av sersambandinum. Parasport Føroyar er framvegis sosialt og viðurkennandi, og hetta sæst eisini aftur í slagorðinum – øll kunnu íðka. Endamálið við filminum er at vísa á Parasport úr einum nýggjum sjónarhorni:…

Svana-cup í Løkshøll

Árliga Svana-cup verður í Løkshøll Mánadagin 08. Oktobur kl. 16. Á skránni verða fýra boccia kappingar, umframt okkurt til matna. Boccia kappingarnar verða fyri: 1. Kvinnur við menningartarni 2. Menn við menningartarni 3. Kvinnur og menn við rørðslutarni  4. Áskoðarar  Fyrireikararnir vóna at undirtøkan verður góð.

Hotel Hafnia stuðlar Parasport Føroyar

Hotel Hafnia og Parasport Føroyar hava gjørt stuðulsavtalu. Avtalan merkir, at Hotel Hafnia verður ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport Føroyar komandi trý árini. Avtalan ger tað møguligt fyri Parasport Føroyar at eggja enn fleiri at íðka para ítrótt og haraftrat kann ein møgulig føroysk luttøka í Paralympisku leikunum í Tokyo 2020, gerast veruleiki. “Vit Fegnast…

Stuttligt fótbóltstiltak til fólk við menningartarni

Sunnudagin 30. september skipa Parasport og FSF fyri stuttligum fótbóltstiltaki á Tórsvølli. Tiltakið er til fólk við menningartarni og vinum, ella familju teirra. Á tiltakinum verða stuttligar kappingar til børn og vaksin, og allir luttakarar við menningartarni fáa lekkra t-troyggju og bólt. Fyri at vit skulu vita hvussu nógv koma er neyðugt at melda til…

Nýtt búmerki og nýtt navn

Føroyska paralympiska nevndin hevur fingið nýtt búmerki og navn. Áður kallaðist nevndin Faroese Paralympic Committee, men hetta er nú broytt til Faroe Islands Paralympic Committee. Nýggja navnið og búmerki skal gera samleikan greiðari og meir nýmótans. Tað er Sendistovan ið hevur sniðgivið nýggja búmerki, ið ímyndar eitt lundanev í litunum á Merkinum, saman við Agitos…

Norðurlendskt samstarv um ítróttarlegu fyri ungdóm

Í august mánaði í ár var á fyrsta sinni skipað fyri í norðurlendskari legu í paraítrótti fyri ungdóm. Legan er ein víðarimenning av gomlu  NIFU (nordisk idrætslejr for unge) ið norðurlond hava skipað fyri seinastu 30 árini. 105 ung ítróttarfólk, venjarar og serfrøðingar luttóku á leguni, har tey býttu út vitan og royndir, vandu saman,…

Tilmelding til ítrótt í Tórshavnar kvøldskúla er byrjað

Nú er tíðin komin at melda til ítrótt fyri fólk við skerdum førleika í Tórshavnar kvøldskúla. Ítróttartilboðini komandi vetur eru: Svimjing, Boccia og Borðtennis Tað hevur stóran týdning at meldað verður til áðrenn freistin er úti, tí annars kunnu lið verða full ella detta niðurfyri. Meldið til her https://tilmelding.kvoldskulin.fo/SignUp.aspx?SchoolID=9702&CookieCheck=true