Atkomuviðurskifti á breddan

Sum liður í at tryggja, at øll hava eins góð atkomuviðurskifti til fótbóltsvallirnar kring landið, skipar FSF fyri skeiði og fyrilestri leygardagin 13. apríl, klokkan 09:00 Í januar mánað skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar undir samstarvsavtalu, ið millum annað hevur til endamáls at breiða út parafótbólt kring landið. Ein natúrligur partur av hesum er…

uml. 100 fólk heiðraðu Special Olympics liðnum

Fríggjadagin 29. Apríl var móttøka fyri Special Olympics liðnum í ÍSF húsinum.Umleið 100 fólk vóru savnaði til móttøkuna, og vóru røður hildnar av Elin H. Joensen, ÍSF forseta, Høgna Hoydal, landsstýrismanni við mentamálum og Tróndi Ravnsfjall fyri Parasport.Kringvarp Føroya gjørdi eitt innslag fá móttøkuni ið kann síggjast herLuttakararnir fingu eisini handað blómur, og treyt ikki við…

Badminton Europe hevur grein um para-badminton í Føroyum

Í dag hevur Badminton Europe, ið er almenna síðan hjá europeiska badmintonsambandinum, grein á heimasíðu teirra um verkætlinana við para-badminton í Føroyum. Greinin greiðir frá um samstarvið millum Parasport, venjaran Paulo Pinheiro , BSF og HBF, og skriva tey eitt sindur um hvussu gongdin hevur verið fram ímóti at fáa fyrsta føroyska para-badminton leikaran klassifiseraðan.…

Úrslit frá øðrum umfari í frælsum ítrótti

Fríggjadagin 15. Juni var annað umfar í kappingini í frælsum ítrótti hjá Parasport. Veðrið var ikki av tí besta, men tó eydnaðist tað at halda kappingina í øllum góðum, og eisini eydnaðist tað Kristian Martin at stoyta kúluna longur enn hann hevur klárað fyrr, 10m 10cm ið er persónlig met, og met hjá Parasport. Úrslitini…

Nýggj heimasíða

Ítróttarsambandið Fyri Brekað (ÍSB) hevur skift navn, og eitur nú Parasport Føroyar. Í tí sambandi hava vit fingið nýggja heimasíðu, nýtt búmerki og nýggjan teldupostbústað Nýggi telduposturin er parasport@parasport.fo Vónandi taka øll væl ímóti nýggja navninum og heimasíðuni.