Á aðalfundinum sum var hildin í Abu Dhabi 7. og 8. september var Brasiliumaðurin Andrew Parsons valdur nýggjur forseti í IPC.
Andrew Parsons var valdur framum danan John Petersson, canadiumannin Patrick Jarvis og kinesaran Haidi Zhang.
“Eg eri ovurfegin, og veit ikki hvat eg skal siga. Eg vil takka limafeløgunum fyri stuðlin” segði Parsons, ið seinatsu 4 árini hevur verið varðaforseti hjá Sir Philip Craven, ið hevur staðið á odda fyri paralympisku rørsluni seinastu 16 árini.
Nýggjur varaforseti verður Duane Kyle frá Ný Sælandi, ið vann við teprum meiriluta á John Petersson 81-79.
Les meir á https://www.paralympic.org/news/andrew-parsons-elected-new-ipc-president