Komandi vikuna luttekur Áki Joensen í EM kapping í boccia sum verður í Portugal.

Áki býr og venur í Danmark, og hevur sett sær mál at sleppa við til Paralympisku leikirnar í 2020.

Fyri at vinna sær rætt til luttøku í PL er neyðugt at savna sær stig, og er kappingin í Portugal liður í hesum.

Eisini danskarar hava lagt merki til føroyingin ið venur til PL, og er grein í lokalavísini um Áka https://aalborgnu.dk/nyheder/boccia-spiller-traener-i-selskabslokale/e02030a6-4cfa-45f1-92c1-516ebc022439

Heimasíðan hjá Parasport fer sjálvandi at hava dagføringar um hvussu tað gongur við kappingini hjá Áka, og vilja vit ynskja honum bestu eydnu.