Føroysku luttakararnir í Malmø Open kappingini fingu væl burturúr luttøkuni.

6 heiðursmerki, bleiv tað til í alt.

Áki Joensen vann silvur í bocciakappingini, og Signa Vár Dávadóttir vann 4 silvur, og eitt bronsuheiðursmerki.

Hinir svimjararnir, Ári Muller, Laura Jansdóttir og Ábraham Norðgerð fingu góðar royndir í altjóða kapping.

Svimjararnir komu heimaftur sunnukvøldið, og Áki fór aftur til Aalborg har hann býr og venur.

 

Hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum.