í dag 15. Oktober eru júst 30 ár síðani fyrstu Paralympisku leikirnir byrjaðu í Seoul í Suðurkorea.
Hetta var ikki fyrstu ferð at skipað var fyri leikum fyri fólk ið bera brek, men fyrstu ferð at leikirnir bóru navnið Paralympics, og samstundis fyrstu ferð í 24 ár at leikirnir vóru í sama býi sum Olympisku leikirnir.
ÍSB, sum var sett á stovn í 1980, sendi fýra ítróttarfólk (svimjarar) til hesar fyrstu Paralympisku leikirnar, Christina Næss (Johannesen) , Katrin Johansen (Dagbjartsdóttir) , Tóra við Keldu og Johan Samuelsen vóru tey ið skuldu umboða Føroyar.
Ikki kann sigast annað enn at úrtøkan var sera góð, tí svimjararnir komu aftur við 7 heiðursmerkjum av 12 møguligum.
Christina vann gull í 400m frísvimjing og 100m ryggsvimjing, Katrin vann silvur í 100m frí og 100m rygg, Tóra vann silvur í 100m frí og bronsu í 400m frí og 100m firvald.
Hetta eru samstundis meir enn helvtin av teimum heiðursmerkjunum ið Føroyar hava vunnið í øllum Paralympisku leikunum tilsamans (13)
Vit hava funnið nøkur útklipp úr ymiskum bløðum har nógv verður gjørt burturúr luttøkuni, og móttøkuni heima í Føroyum.
- Sangur sum Robert McBirnie yrkti til hetjurnar