Parasport Føroyar 40 ár

Tann 10. apríl eru 40 ár liðin, síðan ítróttasambandið fyri brekað, ÍSB, varð stovnað. Í dag kallast sersambandið Parasport Føroyar. Mong slóðbrótandi tøk hevur sersambandið tikið farnu fýra áratíggjuni, og eitt nú hava føroyingar verið við á níggju paralympiskum leikum. Aðalfundurin hjá ÍSF samtykti í mars 1980, at fleiri nýggj sersambond skuldu stovnast aftrat Fótbóltssambandi…