Jenis av Rana verji fyri Parasport Føroyar

Á fundi í dag tók Jenis av Rana, landsstýrismaður, við sum verji fyri Parasport Føroyar. Hetta merkir, at landsstýrismaðurin umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum viðvíkja paraítrótti. Tað hevur verið siðvenja seinastu árini, at landsstýrismaðurin, sum varðar av ítrótti, er verji fyri Parasport Føroyar. Nú nýggi landsstýrismaðurin eisini játtaði at verða verji, handaði Egga Jensen, formaður…