Ítróttardagur hjá Serbreytunum á miðnámsskúlunum.

07.06.2018 Høvdu serbreytirnar hjá Miðnámsskúlunum ítróttardag. Hesuferð var ítróttardagurin hildin við Djúpumýru í Klaksvík, og var tað serbreytin hjá Tekniska skúla í Klaksvík ið stóð fyri. Fleiri enn 30 næmingar luttóku í ítróttardegnum ið byrjaði við morgunmati í ítróttarhøllini. Síðani var byrjað uppá kroppsligu aktivitetirnar, ið vóru upphiting, kappgongd, kapprenning, styrkikapping og forðarenning. Eftir døgurða…