Antidoping Danmark vitjar ÍSF

Anti-Doping Danmark vitjar ÍSF: M.a. verður ein almennur fyrilestur hóskvøldið 15. februar Í døgunum 14.-16. februar 2018 fær ÍSF vitjan av Anti-Doping Danmark.  Í fylginum verða Micheal Ask, stjóri í Antidoping Danmark, Jesper Frigast Larsen, Annemarie Haar Kristensen ogThomas Kamm Ringsted. Mikudagin 14. februar verður skipað fyri einum námsskeiði fyri ser- og menningarsambondini í ÍSF.  Evni sum skyldur og miðling, umframt strategi í mun til anti-doping eru á breddanum. Hósdagin verður fundur við Fótbóltssambandið um match-fixing í mun til m.a. altjóða reglur og útbúgvingarverkætlanir. Eisini verður tosað við politisku myndugleikarnir um m.a. dopingeftirlituttanfyri ÍSF, sum t.d. á fitness-støðum. Tey fimm dopingeftirlitsfólkini í Føroyum fáa eisini undirvísing og skulu til eina lítla próvtøku. Hóskvøldið kl 19.00-20.30 er almennur fyrilestur um doping og match-fixing í Smæruni (Tórshavn) Jesper Frigast Larsen frá Antidoping Danmark og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, fara fyrst at umrøða, hvat matchfixing er og hvat FSF ger fyri at fyribyrgja matchfixing í Føroyum. Magni Mohr, granskari, fer at…