Í dag eru 20 dagar til setanina av Paralympisku leikunum í Tokyo 2020 sum verður 24. august.
Tað verður Hávard Vatnhamar ið skal bera Merkið inn á Olympiska leikvøllin í Tokyo.
Hávard skal kappast í maratonkappingini, sum verður seinasta kappingardagin á leikunum, sunnudagin 5. septembur, og er hann einasta føroyska ítróttarfólkið ið luttekur á leikunum hesuferð.
Við í ferðalagnum til Tokyo eru 4 fólk, umframt Hávard Vatnhamar eru ferðaleiðari, venjari og fysioterapeutur.

Hávard letur væl at venjingarstøðuni áðrenn leikirnar, men viðgongur at tað verður avbjóðandi at renna eitt skjótt maraton í hitanum og sera høgu luftfuktigheitini í Tokyo.

Hetta er 10. ferðin at Føroyar hava umboðan á Paralympisku leikunum, og hava føroysk ítróttarfólk higartil vunnið í alt 13 heiðursmerkir, 1 gull, 7 silvur og 5 bronsuheiðurmerkir.

Mest vinnandi føroyska ítróttarfólkið á Paralympisku leikunum er Heidi Andreasen ið hevur vunnið 3 silvurheiðursmerkir og 2 bronsuheiðursmerkir. Christina Johannesen (Næs) er tann einasta ið hevur vunnið gullheiðursmerki, og var hetta í Seoul í 1988.
Hini heiðurmerkini hava Katrin Dagbjartsdóttir (1 silvur og 1 bronsu) og Tóra við Keldu (2 silvur og 2 bronsu) vunnið.

Paralympisku leikirnir verða frá 24. august – 5. september, og ferðalagið kemur heimaftur 6. september.

Sjónvarpsrásin BBC hevur keypt rættindini at senda frá leikunum, og ber til at fylgja kappingunum á rásum teirra ókeypis.