Krista Mørkøre hevur um vikuskiftið luttikið í stórari altjóða svimjikapping (Para swimming world series), ið var hildin í Keypmannahavn.

Kappingin gekk væl, og svam Krista skjótari enn fýra av kravtíðinum til EM á langgeil, sum verður í Dublin í August .

Krista luttók í sjey kappingum og fekk hesar plaseringarnar í sínum bólki.:

100 frí – 7 pláss,
50 firvald – 1 pláss,
100 bringa – 4 pláss,
400 frí – 4 pláss,
50 frí – 7 pláss,
50 bringa – 2 pláss
200 frí – 5 pláss.

Úrslit og tíðir síggjast her http://www.titanium-media.de/cms/index.php?id=20&va_id=262&date=2018-03-02